Vinna

HM-hondbóltur: Vunnu fyrra hálvleik ímóti Týsklandi

Í seinna dystinum móti Týsklandi spældu føroysku leikararnir ein fantastiskan fyrra hálvleik, men knapt so góðan seinna hálvleik, hálvleiksstøðan var 16-15 til Føroyar, men vit taptu seinna hálvleik við 7 málum, so endaliga úrslitið gjørdist 27-33 til Týsklands.

Mynd: portal.fo

Mynd: portal.fo

2022-04-16 20:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týskland er nú víðari í HM-endaspælinum, men føroyingar hava einki at skammast við, vit hava fingið væl burturúr.

Besti málskjútti á føroyska liðnum var Elias Ellefsen á Skipagøtu við 9 málum, sum spældi ein frálíkan dyst.

Kappingin hevur verið góð fyri føroyska liðið og spennandi verður at síggja komandi avbjóðingarnar.


HM Play-off, seinni dysturin
Høllin á Hálsi, 16.04
Føroyar - Týskland 27-33 (16-15)


Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 8-10
25 min: 12-14

35 min: 19-19
40 min: 19-22
45 min: 20-25

50 min: 22-28
55 min: 25-31


Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Pætur Mikkjalson 5
Hákun West av Teigum 4

Kjartan Johansen 3
Peter Krogh 2
Tróndur Mikkelsen 1
Leivur Mortensen 1/
Niklas Selvig 1/
Helgi Hildarson Hoydal 1/1


Skot/mál: 

Føroyar: 27/46
Týskland: 33/48


Bjargingar:
Pauli Jacobsen 6
Nicholas Satchwell 3

-----------------
Andreas Wolff 6
Till Klimpke 5

Útvísingar:
Føroyar: 4
Týskland: 1


Tekniskar villur:
Føroyar: 10
Týskland: 
6

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder