Mentan

Hjálpið okkum at telja og skráseta fugl í summar

Føroya Fuglafrøðifelag er farið undir eina verkætlan at kortleggja fuglarnir í Føroyum! Vit hava í tí sambandi tørv á fuglaáhugaðum at telja fugl kring Føroyar í summar 

2022-05-04 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í stuttum ynskja vit at telja og skráseta uttangarðsfuglin. Hetta er tó ikki ein formlig teljing, men snýr seg heldur um at fáa fólk at telja tann fuglin tey koma fram á, tá tey eru í haganum ella aðrastaðni.


Vit nýta altjóða eBird appina, og er hetta seinna málið við verkætlanini - at vita hvussu nýtilig hendan appin er, at fáa fólk at telja fugl í Føroyum :)

Les meira um verkætlanina, sí okkara lýsingarfilm og skriva tykkum upp at hjálpa okkum á http://fuglar.fo/ebird/um-verkaetlanina/



Við fuglakvøðum,
Føroya Fuglafrøðifelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder