Vinna

Hjalmar Páll Petersen skrivar um framburð av føroyskum máli og moderna føroyskt

Hjalmar Páll Petersen hevur skriva grein um málføri o.a.

2022-05-07 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er grein, har málførini verða flokkað nakað annarleiðis enn higartil hevur verið gjørt

Hjalmar P. Petersen professari á Føroyamálsdeildini hevur skrivað greinina, og flokkar hann málførini eftir, hvussu endingarsjálvljóðini eru; hvussu sjálvljóð eru í herðingarsterkari støðu og eftir ‘p-t-k’ í orðum sum ‘eta’, t.e., um fólk hava framburðin /e:hta/ ella /e:da/. Endingarsjálvljóð eru til dømis “-i” í “stór-i”, sum viknar til eitt “e”-ljóð í Havnini og aðrastaðni. Sjálvjóð í herðingarsterkari støðu eru millum onnur “ó”, og tann ymiski framburður, sum hetta ljóð hevur, t.e. /øu:/ /støu:rur/ ella /ou:/, /stou:rur/ “stórur”.


Í stuttum er úrslitið tað, at vit hava eitt útnyrðingsøki, sum fevnir um Mykines, Vágar, Norðurstreymoy og Eysturoy. Síðan eru Norðuroyggjar í øki fyri seg, og sama geldur Suðurstreymoy. Hetta er vestur-eystur dimensjónin, og aftur at henni kemur tann kenda suður-norður dimensjónin, har talan er um málførini sunnan fyri Skopunarfjørð og málførini norðanfyri.


Hjalmar P. Petersen

Professor, dr. phil.

Linguistics, Faroese

Faculty of Faroese Language and Literature

V.U. Hammershaimbs gøta 22

FO-100 Tórshavn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder