Mentan

Hennara hátign Margretha Drotning fingið forkunnuga gávu úr Føroyum

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku.  Løgmaður bar eisini fram røðu har hann ynskti Hennara hátign hjartaliga tillukku við stóra degnum.

2022-01-14 11:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Løgmaður og løgtingsformaðurin hava í dag, vegna Føroya løgting, Føroya landsstýri og Føroya fólk, handað Hennara hátign Margrethu Drotning eina gávu í sambandi við, at Hennara hátign Margretha Drotning hátíðarheldur 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, har løgmaður og løgtingsformaðurin luttóku.  Løgmaður bar eisini fram røðu har hann ynskti Hennara hátign hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki.  Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.

Ein av teimum 50 arktisku pílunum, sum Hennara hátign Drotningin fær í gávu. Pílarnir skulu gróðursetast í Koltri, sum partur av Koltursverkætlannini.

Í samband við gávuna er eisini gjørd ein heilt serlig heimasíða – á donskum – sum greiðir frá um Koltursverkætlannina og gávuna til Drotningina. Heimasíðan er: www.koltursplanen.fo

Koltursverkætlanin er ein spennandi verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri. Verkætlanin snýr m.a. um at taka av seyðin í stóru parti av oynni og endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri, sum hon var áðrenn fólk búsettust har. Arktiski pílurin er ein av hesum uppruna plantum, sum ynski er at endurskapa í náttúruni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder