Mentan

Heine Lützen við bólki konsert í Livdini

Heine Lützen er kendur fyri sítt víða spenni, bæði tónleikaliga og við røddini, ið altíð rakar hvønn einasta tóna klokkureint, eisini teir heilt høgu.

2022-04-20 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heine kemur millum annað at framføra sálmar, sum eru klæddir í rokkbúna og aðrir sangir, ið hann er kendur fyri. Vit kunnu nevna “Tíðirnar skifta” og “Jesus hitt einasta”.

Heine Lützen hevur givið fýra útgávur út. Í 1995 kom útgávan “Tíðirnar skifra”. Í 1999 kom útgávan “Brotin”. Í 2010 kom útgávan “Sálmar” og tann seinasta útgávan “Frelsarin føddur” kom í 2020.

Heini Lützen hevur ein kláran og greiðan boðskap, ið peikar á Jesus, og tað er eingin ivi um, hvørjum grundarlagi Heini stendur við sínum tónleiki og boðskapi.

Vit kunnu gleða okkum til eina konsert saman Heina og hansara væl leikandi bólki. 

Heine Lützen við bólki konsert í Livdini 24 apríl kl 2000

Atgongumerki kunnu keypast á www.praisehim.fo 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder