Mentan

Heiðursgáva landsins 2021 verður latin Guðrun & Guðrun klædnavirki

Heiðursgáva landsins verður latin Guðrun & Guðrun klædnavirki

Mynd: Bjartur Vest Poulsen

Mynd: Bjartur Vest Poulsen

2022-01-19 21:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir stovnaðu í 2002 klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun. “Slow fashion” hevði júst tikið seg upp sum burðardygt andsvar til “fast fashion”-rákið í eini av heimsins mest dálkandi vinnum, og tær vóru frá fyrsta degi við á grønu leiðini.

Móttøkan av klæðunum hjá Guðrun & Guðrun var góð, bæði úti og heima. Heilt stóra gjøgnumbrotið kom, eftir at Sofie Gråbøl, sum spældi høvuðsleiklutin sum Sara Lund í donsku krimirøðini Forbrydelsen, brúkti ullintu, seyðalittu stjørnutroyggjuna sum signaturplagg. Tá røðin varð seld til Onglands, fór føroyska troyggjan um allan heim og við henni Guðrun & Guðrun.

Íblásturin til stjørnutroyggjuna kom úr gamlari skipstroyggju úr Vági. Framsøkið hava Guðrun & Guðrun brúkt heimligu rávøruna og endurskapað livandi samskiftið millum góða plaggið og tað fólk, sum skal liva og virka í klæðunum.

Tær grunda sítt virksemi á aldargamla føroyska vitan og virði og skapa pløgg, sum eru eins viðkomandi fyri fólk í Føroyum, Japan og New York. 

Fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á breddan bæði her heima og úti í verð sum eitt nýmótans boð upp á burðardygga klædnaframleiðslu fáa Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig Heiðursgávu landsins 2021.  

Jenis av Rana, landsstýrismaður

19. januar 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder