2022-03-02 14:47
Granskingarskráin Havgransking í Norðuratlantshavi hevur í hesum døgum kick-off fund í Føroyum, har faknevndin og umboð fyri tær 4 verkætlanarnar ið vóru játtaðar í 2021 luttóku. Tað er Granskingarráðið, sum hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.
Sum partur av fundinum hava granskararnir eisini vitjað á Bakkafrost og á Fiskaaling við Áir.
Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá virkseminum hjá Fiskaaling. Síðani greiddu granskarar á Fiskaaling Gunnvør á Norði, Amanda Vang og Ása Jacobsen frá um aktuellar verkætlanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald