Mentan

Hátíðarhald í Fuglafjarðar skúla

Í dag verður stórt hátíðarhald tá ið nýggji skúlin verður vígdur í Fuglafirði

2022-04-02 12:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fuglafjarðar Kommuna: Leygardagin 2. apríl verður stórt hátíðarhald í nýggja, snøgga skúlanum í Fuglafirði. Hetta er ein fagnaðardagur, tí bæði børn, lærarar, kommuna og borgarar gleðast um, at skúlin hevur fingið hesar vøkru, nýmótans karmar. Samtíðis kunnu øll fegnast um, at skúlin framvegis liggur mitt í býnum.

Almenna hátíðarhaldið byrjar kl. 14.30 við røðum, ymsum tónleikaframførslum og filmsbrotið. Jógvan Fríðriksson, bispur og Jenis av Rana er millum teirra, sum halda røðu.

Ein stór og spennandi frumframførsla, Songur til Fuglafjarðar skúla, er eisini á skránni. Hetta er eitt tónleika- og listaverk, sum tríggir mentamenn og fyrrverandi lærarar, hava gjørt til skúlan. Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingina, meðan Frits Johannesen hevur gjørt listaverk til skúlan út frá orðunum, og Jógvan á Lakjuni hevur skrivað tónleikin til yrkingina. Verkið verður framført av næmingum og lærararum, við bæði solosangi, barnakóri og lærarakóri, umframt strúkarum og klaveri. Hendan løtan er heilt serstøk og kann bert upplivast hendan eina dagin.

Frá kl. 16 til 17.30 er opið hús við drekkamunni, og tá tað ber til at uppliva, at skúlin er meira enn ein skúli. Fimleikafelagið hevur rørðslubreyt, hornorkestri spælir, og livandi verkstaðir og framsýningar vera runt um í ymsum hølum, tí her halda hold hjá bæði kvøldskúlanum og musikkskúlanum til.

Á ferðini runt í skúlanum varnast tú skiftandi útsýni úr stóru vindeygunum. Umhvørvið flytir nærum inn, tí floks- og bólkahølir hava fingið navn eftir fjøllum í nærøkinum, og í støðum kennist tað, sum stendur tú á einum tindi og hyggur niður á yðjandi lív í fjøruni, hóast tú stendur inni og hyggur inn í høllina nakrar hæddir longur niðri. Hetta er av sonnum ein livandi skúli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder