Vinna

Hasfjord siglir ikki hesa vikuna

-

2022-05-16 08:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin 10. mai fekk Hasfjord eitt traktordekk um skrúvuna á veg inn í hylin í Skopum. Tað eydnast manningini saman við kavara at fáa loyst dekkið av skrúvuni, men tá ið roynt var at sigla skipað aftur frá bryggju var staðfest, at hendingin hevði elvt til brek á gervið (gear) og koblingina. Skaðin var so mikið álvarsligur, at Hasfjord bleiv sleipaður til Mest í Tórshavn, har hann bíðar eftir at verða tikin uppá land.

Væntandi verður hetta mánadgin og síðani skal gervið og koblingin takast sundur fyri at fáa staðfest, hvussu umfatandi skaðin er og um neyðugt er at skaffa eykalutir uttanlands. Tí siglir Hasfjord fyribils ikki hesa vikuna      

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder