Mentan

Hanus Pál verður vikarur

Hans Pál Jógvansson er innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai – 31. juli 2022.

2022-01-28 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi tann 27. januar 2022 var nólsoyingurin Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai – 31. juli 2022.

Tá ið talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleikin.

Treytað av at landsstýrismaður í mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl kl. 16.

Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai kl. 11 skipar dómprósturin nýggja prestin í kallið.

4 umsøkjarar vóru til vikariatið, tað skrivar JF á www.folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder