Ætlanin er, at vitjanirnar á Kambsdali og á Glasi verða lagdar til rættis soleiðis:
Mikudagin 30. mars, kl. 11.55 til 13.35, verður vitjað á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Hósdagin 31. mars, kl. 09.30 til 12.00, verður vitjað á Glasi.
Til staðar verða næmingarnir á FHS, næmingar á triðja ári á Búskaparbreytini, umframt næmingar á fyrireikingarbreytini (HF).
Á skránni verða nakrar styttri framløgur, og møguleiki verður, hjá næmingunum, at bíleggja samrøður við luttakandi fyritøkurnar.
Endamálið er at kunna og eggja tey ungu at taka yrkislærda vegin.
Tit kunnu sum fyritøka verða til staðar og á tann hátt fáa møguleika at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá tykkum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja handil sum yrki.
Um tykkara fyritøka ynskir at vera við til tiltøkini, so ber til at boða frá luttøku við at venda sær til Vinnuhúsið, [email protected] Tilmeldingarfreistin er hósdagin 24. mars kl. 10.00.
Luttakandi fyritøkurnar verða kallaðar inn til fyrireikandi fund til vitjanirnar, eftir at tilmeldingarfreistin er farin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald