Vinna

Gulldreymurin livir, men hjálpandi hond krevst

Í dag kl. 17 spæla Føroyar ímóti Íslandi í seinasta dystinum í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið.

2022-05-15 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Gulldreymurin livir, men hjálpandi hond krevst

Í dag kl. 17 spæla Føroyar ímóti Íslandi í seinasta dystinum í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið, og eftir at Føroyar vunnu 3-1 á Skotlandi í gjár, kann hetta gerast dysturin um gullmerkini – men so skulu Føroyar hava eina hjálpandi hond frá nettupp skotum, sum skulu vinna í minsta lagi tvey sett ímóti San Marino í dystinum, sum verður spældur beint áðrenn og byrjar kl. 14.

Vinnur San Marino 3-2 á Skotland, og Føroyar vinna 3-0 á Íslandi, so enda San Marino og Føroyar jøvn á 7 stigum og bæði við settmuninum upp á +4. Tá verður tað so bóltmunurin, sum avger, hvør vinnur meistaraheitið – t.v.s., hvussu nógv liðini hava vunnið og tapt í hvørjum setti.

Vinnur Skotland hinvegin 3-2 á San Marino, so endar San Marino á seks stigum og Skotland á fimm, og so vinna Føroyar kappingina, um trý stig fáast til høldar ímóti Íslandi. Vinna Føroyar hinvegin bara 3-2 á Íslandi, og tí bara fáa tvey stig, so verður aftur púra javnt ímillum Føroyar og San Marino í stigum og settmuni, og so verður tað bóltmunurinm, sum verður avgerandi.  

Men vinnur Skotland 3-1 (ella 3-0) á San Marino, so endar Skotland á seks stigum samanlagt og San Marino á 5, og so vinna Føroyar kappingina, um Føroyar vinna 3-1 (ella 3-0) á Íslandi. Vinna Føroyar hinvegin 3-2, so enda eisini Føroyar á seks stigum, og bæði við sama settmuni, og so verður tað bóltmunurin, sum avger...

Tá kappingin var í Føroyum í 2019, var líknandi støða sum gjørdi, at Skotland vann kappingina, tí Føroyar vunnu 3-1 á Íslandi í seinasta dystinum í kappingini. Høvdu Føroyar vunnið 3-0, so var gullið Føroyskt ístaðin, men hevði Ísland fingið stig, so vann Ísland kappingina. Øll trý liðini endaðu á seks stigum og við settmuninum +3. Tá gjørdist tað so bóltmunurin, sum tryggjaði Skotlandi gullið.  

Men Føroyar vinna ongan dyst bara við roknimaskinu – tað skal gerast á vøllinum, og tað veður ikki bara lætt ímóti Íslandi, hóast liðið hevur tapt báðar sínar dystir 3-1. Megnar Ísland at vinna sett ímóti bæði Skotlandi og San Marino, so er liðið eisini ment at vinna á Føroyum.

Íslendska liðið er fyri tað mesta mannað við leikarum, sum eru millum 19 og 21 ára gamlir, og miðalaldurin liggur undir  teimum 22 árunum.




Støðan í kappingini undan seinasta umfarinum:
Nr. 1 San Marino 5 stig
Nr. 2 Føroyar 4 stig
Nr. 3 Skotland 3 stig
Nr. 4. Ísland 0 stig


Sunnudagin 15. mai í Høllini á Hálsi:

Kl. 14.00 San Marino – Skotland

Kl. 17.00 Føroyar – Ísland

Dystirnir síggjast eisini í Televarpinum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder