2022-04-06 11:15
Norðmaðurin Martin Kjønsberg, ið hevur fingist við arbeiðsross alt sítt lív, er útbúgvin kuskur, og var stigtakari til at fáa rossafrøði inn í norsku skúlaskipanina, kemur at hava ein fyrilestur um vognkoyring, og um brúk av rossum í landbúnaðinum.
Eisini verður hugnaligt prát, har vit hoyra føroyskar søgur um vognkoyring, og um annað brúk av rossum her í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis - verið hjartaliga vælkomin :)
Síggjast mánakvøldið kl. 19 í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald