Kristilig Tíðindatænasta skrivar:
Fyrsta GLS stevnan í Føroyum varð í 2008 í Norðurlandahúsinum, har ráðstevnan hevur verið hildin øll árini. Men í ár valdi nevndin at flyta stevnuna inn í LØKSHØLL í Runavíkini, har nýggi Eysturoyar-tunlin ger tað lætt at flyta seg frá og til høvuðsstaðarøki. Korona gjørdi, at steðgur kom í.
GLS stendur fyri GLOBAL LEADERSHIP SUMMIT, og er ein leiðararáðstevna, sum verður hildin árliga um allan heimin. Endamáli við stevnuni er at geva leiðarum, bæði úr vinnulívinum og tí andaliga umhvørvinum, íblástur til at gerast betri leiðarar, sum sæst aftur í fyritøkum og í kirkju- og samkomulívinum.
Ikki færri enn 9 fyrilestrar vóru at hoyra og síggja á stóra skýggjanum, sum vóru hildnir av bæði kvinnum og monnum. Hæddarpunkti á Ráðstevnuni var, tá Absalon Áargarð hevði samrøðu við Ríkisumboðið, Lene Moyel Johansen, sum var tann einasti av fyrilestrarhaldarunum, ið var við á Ráðstevnuni. Áhugavert var at hoyra hana greiða frá arbeiðinum hjá Ríkisumboðnum, sum sambært samrøðuna, er tódna nakað síðani yvirtøkuna av familjumálum. Tá hon varð spurd um tann søguliga og prýðiliga Amtmansuniformin, sum var fastur viðspælari á Ólavsøkuskrúðgonguni, svaraði hon, at “uniformurin er farin á museum og verður ikki aftur at síggja í Ólavsøkuskrúðgonguni!”
Í samrøðuni varð Ríkisumboðið spurd um hennara støðutakan til kristindómin. Tá svaraði hon heilt greitt, at hon hevði tikið eina persónliga støðu, og at hon í hesum sambandi kom regluliga í kirkjuna LÍVDIN í Hoyvík.
Fyrireikarnir siga, at næsta GLS-Ráðstevna verður í januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald