Mentan

Gera verkætlan um svimjing og 50m hyl

Í Havn eru tey sera spent at fáa 50 m langan svimjuhyl.

2022-01-26 12:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Áki Eliassen, Markus B. Dahl, Tryggvi Jacobsen og Isak Brisenfeldt úr Skúlanum á Fløtum gera eina verkætlan um svimjing og í tí sambandi eisini um ætlaninar at byggja 50m hyl í Gundadali.

Næmingarnir hittu í morgun borgarstjóran og trivnaðarstjóran og settu teimum hóp av spurningum í hesum sambandi, eitt nú hvønn týdning ein 50m hylur fer at hava fyri svimjing og heilsu sum heild.
Á myndini síggjast tríggir av næmingunum saman við Jóan Peturi Hentze, trivnaðarstjóra, og Heðini Mortensen, borgarstjóra, tað skrivar Tórshavnar Kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder