Mentan

G! Festivalurin spælir føroyskt

Í sambandi við spæl föroyskt vikuna fer G! Festivalurin hvönn dag í hesi vikuni at avdúka eitt föroyskt tónleikanavn, sum fer at spæla á G! Í summar.

2023-03-07 19:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hóast G! hevur havt vitjan av sera nógvum ymiskum útlendskum tónleikarum gjøgnum árini, so hevur tað altíð verið föroyska íkastið, ið er bulurin í skránni.

Eitt tónleikalív, ið er vaksið saman við festivalinum, og sum vit öll kunnu vera errin av. Föroyskir bólkar og einstaklingar eru alsamt oftari at síggja á útlendskum pallum og festivalum, og sannføra bæði áskoðarar og ummælarar um tað, vit longu vita, at vit eiga nógvar dýrgripir.

G! Festivalurin er tí errin av, at kunna avdúka sjey föroysk tónleikanøvn komandi dagarnar. Tað fyrsta av hesum er Marius Ziska.

Eingin konsert her á klettunum mann hava fingið so góð skoðsmál, sum tær tríggjar konsertirnar, ið Marius Ziska spældi saman við Föroya Symfoniorkestri í februar. Tað er ikki uttan orsök, tí sangskrivarin Hans Marius Ziska hevur altíð havt einastandandi evni.  

Hetta hoyrdist longu, tá hann spældi við Flux, og tað hava vit hoyrt stöðugt líka síðan, og tað hoyrist sanniliga eisini á nýggju útgávuni Rúm, ið kemur út fríggjadagin.

Marius Ziska er tó nógv meira enn ein soloverkætlan, talan er um ein sera væl samanspældan bólk, har hvör limur lyftir hvönn annan og saman skapa eina fantastiska ljóðmynd, ið bæði er stórsligin og nærverandi.  

Marius Ziska kemur afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, Íslendsku Bríet, föroysku Eivør og Brimheim, svensku Lucky Lo, finsku Irene. Aftur í morgun avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder