Tíðindaskriv
Føroyski MMA-kemparin Fróði Hansen fer hin 20. mai 2023 at kempa sín
seinasta yrkiskamp í Høllini á Hálsi. Fróði hevur altíð droymt um at
enda sína flottu yrkisleið innan MMA í Føroyum, og nú verður dreymurin
til veruleika.
Tað verða tilsamans 10 kampar við kemparum úr Danmark og øðrum londum.
Tað verður ein heilur dagur við fleiri kampum, og møguleiki verður at
keypa nógv gott at drekka og eta allan dagin.
Stigtakararnir leggja stóran dent á, at tað verður eitt tiltak á høgum
støði, og at tað verður ein stór uppliving fyri allar áskoðarar.
MMA-dagurin verður 20. mai í Høllini á Hálsi
Vit vóna, at hetta tilboðið fær so góða undirtøku, at hetta verður
eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og at tað gerst eitt íkast
til kampítróttin í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira
fjølbroyttur og professionellur”, sigur Fróði Hansen, sum er ein av
stigtakarunum.
Meira kunning fæst á Facebook- og Instagram-vangunum ‘MMA Føroyar’, og
á heimasíðuni www.mma.fo er møguligt at ogna sær atgongumerki til
tiltakið 20. mai. Tey fyrstu 500 atgongumerkini fara fyri einans 225
kr.
Mentan
Fróði Hansen í Høllini á Hálsi
Føroyski MMA-kemparin Fróði Hansen fer hin 20. mai 2023 at kempa sín seinasta yrkiskamp í Høllini á Hálsi.
2022-11-22 09:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald