Mentan

Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum

Týsdagin 14. februar 2023 letur upp listaframsýning í gamla Seglhúsinum

2023-02-13 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Torradagarnir byrja tíðliga í ár! Týsdagin 14. februar 2023 letur upp listaframsýning í gamla Seglhúsinum við Frits Johannesen.

Fernisering verður týsdagin 14. februar kl. 16:00 og fer Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at røða. Eisini verður tónleikur á skránni og lættari ábit.

Torradagarnir, sum henda listaframsýning er partur av, byrja mánadagin 20. februar og hada fram til leygardagin 25. februar við drúgvari skrá.

Frits er hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði – Hann er tað, tey kalla fjøllistamaður. Frits teknar, málar, yrkir, ger løg, skipar fyri kórsangi, kórstevnum, listaframsýningum og so málar hann við orðum og savnar orð og heiti – kann hava djúpar og áhugaverdar hugleiðingar, kryddaðar við skemti um tað, sum fyriferst í nærumhvørvinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder