Á tíðindafundi fyrrapartin í dag varð avdúkað, at Atlantic Airways hevur sett á stovn Atlantic Airways Aviation Academy. Í hesum sambandi skrivaðu Niels Mortensen og Jóhanna á Bergi vegna Atlantic Airways undir keypsavtalu við Thales Group um keyp av einum AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulatori.
“Leonardo AW139 tyrlan, sum vit flúgva við hjá Atlantic Airways, er ein av teimum kraftmiklastu tyrlunum í heiminum, samstundis sum hon er ein av teimum mest framleiddu tyrlunum yvirhøvur. Tað er eitt myndugleikakrav, at tyrluskiparar fáa regluligar venjingar í simulatori, og størsta avbjóðingin í løtuni er, at teir simulatorar, ið eru tøkir til venjingar í dag, liva ikki upp til krøv sett bjargingartyrlum. Tessvegna er eftirspurningurin eftir simulatorvenjingum sera stórur,” sigur Hans Erik Jakobsen, tyrluovasti hjá Atlantic Airways.
Tí er grundarlagið fyri einum slíkum simulatori stórt, tí bert 12 simulatorar av hesum slagi, eru kring allan heimin.
Hetta er sostatt fyrsta stigið til Atlantic Airways Aviation Academy, sum fer at bjóða tyrluskiparum úr øllum heiminum framkomnastu tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomuligar í dag. Simulatorurin syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum. Eisini er hetta ein simulator, sum kann venja manningar í sambandi við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, sum er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið alt árið. Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar.
“Eg fegnist um hetta risa framstigið, sum hesin simulatorin er fyri føroyska flogvinnu, og eg gleði meg til, at simulatorurin verður veruleiki. Umframt at hetta fer at menna okkara flogvinnu, er hetta eitt nýtt vinnuligt bein hjá Atlantic Airways at standa á. Okkara framrokningar vísa, at um trý ár fer raksturin av simulatorinum at hvíla í sær sjálvum, og tí meta vit, at henda íløgan skynsom,” sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, sum ikki ivast í, at eftirspurningurin eftir simulatorvenjingum í Føroyum, fer at verða stórur.
“Vit eru serstakliga errin av, at Atlantic Airways hevur valt okkara framkomna Reality H Full Flight simulator, og vit eru ótrúliga spent at fara undir nýgga samstarvið. Vit fara at gera okkara besta fyri at stuðla felagnum í at útvega fyrsta floks venjingartænastur fyri AW139 tyrluskiparar og harvið betra flogtrygdina í Norðurevropa,” sigur Peter Hitchcock, varastjóri fyri Training & Simulation hjá Thales.
Tyrlusimulatorurin fer at verða staðsettur í Vágum og verður væntandi klárur at taka í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2024. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er nakað omanfyri 100 mió. kr.
Vinna
Framkomin tyrlusimulator byggjast í Føroyum
Í framtíðini fara Atlantic Airways og Føroyar at gerast ein altjóða miðdepil fyri tyrluvenjingar.
2022-06-02 11:59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald