Mentan

Fosturtøka og lóggáva - 170 fólk stevndu til fundar

Tíðindaskriv frá Kristuligu Tíðindatænastuni

2022-11-28 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Nýstovnaði háskúlin í Nesvík kallaði til fund í Auluni í Finsen mánakvøldið 21. november.  Evni var: Fosturtøka og lóggáva. Væl av fólki hevði leitað sær leiðina inn í gomlu og søguligu hølini í Tórshavnar kommunu, har stórt tal av skúlaungdómi eisini hevði leitað til fundar. Hetta sjálvsagt tí, at evnið hevur stóran áhuga millum komandi ættarliðið.  


Næstformaðurin fyri Háskúlan í Nesvík Jákup Petersen, bjóðaði vælkomin, og greiddi frá hví mann hevði valt at skipa fyri einum átaki sum hesum. Hann tók nakað soleiðis til: “Eitt opið forum sum hetta gevur góðar umstøður at viðgera evnir, sum annars eru torfør at tosa um. At evni ABORT/FOSTURTØKA er sera torført at tosa um millum manna, er øllum greitt. Mangan fjala vit okkum í skotgrøvum, har vit mangan við lítið sigandi orðum og vendingum skjóta eftir hvør øðrum, við tí úrsliti, at mong verða særd undir orðadráttinum.”


Fundurin í Finsen mánakvøldið 21. nov. var ikki merktur av háspenningi millum skotgravir á nakran hátt, men heldur eini sakligari, hóvligari og jaligari  viðgerð av einum annars brandfimum evni.


Hetta kom greitt til sjóndar undir sakligu og áhugaverdu framløgunum frá teimum fimm luttakarunum, sum bodnir vóru at siga sína hugsan um fosturtøku og  fosturtøkulóggávuna.


Luttakararnir vóru Diana Reynstind, kvinnulækni á Landssjúkrahúsinum. Jonhard Jógvansson prestur á Eiði og løgtingslimirnir Bill Justinussen, Siri Stenberg og Uni Rasmussen. Tað var annars ikki høvið hjá áhoyrarunum at seta spurningar, men orðstýrarin Ove Brim, prestur, skipaði fyri, at tá teir tríggir politikarnir høvdu havt hvør sítt innlegg, so kundu teir seta hvør øðrum spurningar, sum vísti seg at eydnast óføra væl. 


DIANA REYNSTIND, KVINNULÆKNI

Fyrsti røðari á skránni var Diana Reynstind, har hon hevði eina fakliga framløgu við fleiri hagtølsmyndum á stórskýggja. Hon byrjaði við hesum tankavekjandi orðum: “Fosturtøka hevur altið verið!” Hon legði m.a. dent á, at moralisering er ikki á tí fakliga økinum. “Vit tosa ikki um fría fosturtøku, men trygga fosturtøku!” segði kvinnulæknin.


Hon kom inn á fosturtøkulógina, sum hon segði um, kann vera torfør at skilja hjá mongum. Hon nevndi, at fosturtøkulógin hevur eina straffurammu, sum kann føra við sær fongsulsdóm. Nevndi, at hon sum kvinnulækni óttaðist eina slíka lóg, “tí hon kann kriminalisera bæði læknan og kvinnuna!”  Fleiri av luttakarunum høvdu á orði, at fosturtøkulógin eigur ikki at vera kriminaliserandi, og tí hevur brúk fyri broyting. Bill kom inn á, at tað kann verfa torført at fáa flokkarnar á tingi at verða samdar um eina broyting, tí allir eru ræddir fyri, at mótparturin fer at fáa meiri i sín part, og tí hava løgtingsfólk torført at fara undir eina tílíka broytingartilgongd.


Diana kom eisini inn á juridiska støði hjá fostrinum: “Tá fostrið er 22 vikur gamalt, hevur tað persónligt juridiskt støði.” Hetta tí, at eftir viku 22 økist yvirlivilsismøguleikin hjá fostrinum, um tað verður føtt ov tíðliga.  


JONHARD JÓGVANSSON, PRESTUR

Síðani fekk presturin Jonhard Jógvansson orðið. Á ein sera greiðan og áhugaverdan hátt setti hann fram bíbilska sjónarmiðið um ófødda barni. Mann kann eisini siga um hann, at eisini hann talaði út frá einum fakligum sjónarmiði. Hann legði dent á, at talan er um eitt livandi barn/menniskjalív longu í  gitnanini.


“Vit menna okkum ikki til menniskju í móðurlívi, men vit menna okkum sum menniskju í móðurlívi, og eisini eftir føðingina. Fostrið er frá gitnanini av eitt fullkomið menniskja. Tað einasta, sum tað hevur brúk fyri er tíð til at mennast. Gitna eggið hevur eitt serstakt arvaligt eyðkenni, og er sum so ikki ein partur av mammuni, men ein einstøk livandi vera í móðurlívi. Gitna eggið hevur alt tað, sum eyðkennir eitt biologiskt lív. Gitna eggið hevur DNA hjá einum menniskja. Tað merkir, at fostrið er eitt fullfíggjað livandi menniskja frá gitnan av. Tað einasta tað hevur brúk fyri eru røttu lívstreytirnar til tess at koma ígjøgnum øll menningarstigini,” segði Jonhard prestur.

 

Til seinast høvdu teir tríggir politikarnir orðið. Uni Rasmussen, landsstýrismaður fyri fólkaflokkin, kom inn á at lóggeva soleiðis, at ættleiðing verður lættari, har genta ber óynskt fostur undir belti. Hann meinti, at hetta er eisini ein háttur at byrgja fyri fríari fosturtøku.


Síðani var tað sera áhugavert at hoyra teir tríggjar debatera sínamillum.


Ein sera væl eydnaður, gevandi og konstruktivur fundur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder