Mentan

Føstugudstænasta í Miðvágs kirkju hóskvøldið 7. apríl kl. 20

Hóskvøldið 7. apríl 2022 kl 20 verður seinasta føstugudstænastan á hesum sinni.

2022-04-04 18:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

David Johannesen, prestur prædikar.

Vit gleða okkum aftur at hoyra okkara David, prest boða gleðiboðskapin frá altari og prædikustóli.
Síðan hann legði niður sín prestagerning í kallinum, hevur hann so gott sum hvønn sunnu- og halgidag sitið undir orðinum í sínum fasta plássi her í kirkjuni.

Vágakórið fer at syngja til hesa hátíðarløtu, og aftaná gudstænastuna verður boðið til drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hóskvøldið 7. apríl 2022 kl 20 verður seinasta føstugudstænastan á hesum sinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder