Mentan

Føroyskt sum annaðmál: Nýggjur flokkur byrjar í Vágum

Undirvíst verður næstu átta vikurnar. Tá kunnu næmingar fara til roynd, um so er, at undirvísarin metir næmingin vera kláran til tess og hava neyðugu førleikarnar at standa royndina.

2022-02-11 16:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í dag byrjar nýggjur flokkur í Vágum við tilflytaranæmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál.

Undirvíst verður tríggjar ferðir um vikuna, fýra tímar hvørja ferð.

Undirvíst verður næstu átta vikurnar. Tá kunnu næmingar fara til roynd, um so er, at undirvísarin metir næmingin vera kláran til tess og hava neyðugu førleikarnar at standa royndina.

Síðsta heyst byrjaði ein flokkur við tíggju næmingum í Vágum. Teir næmingarnir fara til stigroynd síðst í hesum mánaðinum ella síðst í juni. Tað veldst um førleikan hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Endamálið við undirvísingini er at bjóða tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, dygga og holla undirvísing í føroyskum máli, mentan og samfelag. Hetta til tess at tryggja, at borgarar av útlendskum uppruna læra føroyskt mál og kunnu virka á jøvnum føti við onnur í føroyska samfelagnum.

Undirvísingin er førleikagevandi og gevur atgongd til víðari lestur á miðnámi og á hægri lærustovnum. Undirvísrarar eru Petra Olsen og Ragnhild Olsen.

Sum liður í at bjóða góð tilboð í máli og mentan til tilflytarar, hevur Tórshavnar Kvøldskúli í nøkur ár saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum ment undirvísingina, sum rópt verður ”Føroyskt sum annaðmál”.

Talan hevur verið um eina veruliga sólskinssøgum, og nú er undirvísingin víðkað til eisini at fevna um næmingar í Vágum.

Samstarvið er úrslit av avtalu millum Tórshavnar Kvøldskúla og Tórshavnar kommunu øðrumegin og Vága kommunu og Sørvágs kommunu hinumegin. Eisini eru Sørvágs Skúli og Hiddenfjord týðandi partar í samstarvinum.

Avtalan varð undirskrivað 27. september í fjør og fevnir um 40 næmingar í Vágum.

Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum skal eftirmetast í juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder