Mentan

Føroyskir filmar í London

Nógv er í løtuni á skránni innan føroyska filmsøkið, eisini í Bretlandi í hesum døgum.

2022-04-01 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heili seks ymiskir føroyskir filmar verða í døgunum 2-9 apríl 2022 sýndir fyri fyrstu ferð í London. Filmarnir verða vístir á tveimum ymiskum festivalum, ið hava sum felags mál at seta fokus á norðurlond og norðurlendska mentan.

Trøllabeiggi og Skál verða vístir á South Social Film Festival leygardagin 2 apríl á Riverside Studios í Hammersmith. Við til sýningarnar verða Gudmund Helmsdal, ið hevur gjørt filmin Trøllabeiggi, umframt Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, sum eru høvuðspersónirnir í filminum Skál. Dania og Trygvi fara eisini at framføra til tiltakið. Filmshúsið hevur stuðlað luttøku teirra í London, og Sendstova Føroya er við til at stuðla samskipan av tiltakinum.

Vikuskiftið seinni, 8 og 9 apríl verða 111 góðir dagar, Sum einglar vit falla, Julian’s Ladder og tveir partar av nýggju sjónvarpssendingini, Seks spurningar um at vera menniskja, vístir á Nordic Exposure Festival hjá Jackson’s Lane í Highgate. Marita Dalsgaard, sjónleikari og leiklistaframleiðari, hevur valt filmarnar til skránna og verður sjálv við at presentera teir. Føroysku filmskvøldini á Jackson’s Lane eru føroyska íkastið til Nordic Exposure festivalin, ið varir frá mars til mai við fjølbroyttari skrá, ið eisini fevnir um sjónleik, sirkus og mangt annað. Festivalurin hevur fingið stuðul úr Norðurlanda Ráðharraráðnum (Nordisk Kultur Kontakt). Sendstova Føroya er eisini við til at stuðla festivalinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder