Mentan

Føroyska rossið

Visti tú, at føroyska rossið er DNA skrásett at vera serføroyskt og finst ikki aðrastaðni í heiminum?

2022-12-07 13:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroyska rossið hevur ikki val møguleikar


Seinastu dagarnar eru fleiri valplakatir komnar upp kring landið. Ein teirra kann sigast vera sermerkt, nevniliga ein mynd av einum føroyskum rossi við blómukransi. 

  • Visti tú, at føroyska rossið er DNA skrásett at vera serføroyskt og finst ikki aðrastaðni í heiminum?

  • Visti tú, at BARA 87 føroysk ross eru til yvirhøvur?

  • Visti tú, at hóast fólk uttanlands vilja hjálpa, so loyva vit tí ikki?

  • Visti tú, at føroyska rossið er partur av okkara søgu og mentan?

BOÐSKAPURIN ER:

  • Bjarga føroyska rossinum - tíðin er .

  • Gev rossinum fleiri bústaðar møguleikar við útflutningsloyvi.

  • Loyv fleiri fólkum at fáa gleði av okkara serliga rossaslagi við útflutningsloyvi.

  • Tryggja ein sunnan stovn við rossum uttanlands, skuldi ein farsótt herja í Føroyum.

  • Loyv altjóða marknað = økj føroyskan marknað.

  • Stimbra ílegu margfeldi og fakliga aling av rossum.

  • Lurtið eftir serfrøðingum frá NordGen (The Nordic Genetic Resource Center) og SLU (Swedish University of Agricultural Sciences).

  • Fleiri brúkarar = ymisk brúksvirði.

  • Loyv okkara eftirkomarum at njóta og uppliva føroysk ross

ROSSIÐ BJÓÐAR TÆR:

  • Náttúrurøkt/"rewildening"/sambit

  • Sálar- og heilsubót

  • Gleði

  • Rørslu

  • Túrar út í náttúruna

  • Ábyrgdarkenslu

  • Áminning og minnir um søgu og mentan

  • Val og møguleikar

  • Tjóðskaparkenslu og sjálvsvirðing

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder