Vit føroyingar halda ofta, at vit eru gestablíð ímóti øllum, men tíanverri siga nógvir tilflytarar, at tað er ikki hetta tey uppliva. Kanska er tað tí at hetta er komið so óvart á okkum, at vit - eitt sindur seigligir føroyingar - ikki hava fingið latið eyguni upp fyri hesum veruleikanum.
Spurningurin er eisini, hvussu kirkjur og samkomur fara um hendan veruleikan, at tað nú eisini eru nógvir tilflytarar í Føroyum. Elisabeth Poulsen búði saman við tveimum døtrum í norðara parti av Århus, har hon saman við einari aðrari familju frá Århus Valgmenighed tók kontakt til nógvar tilflytarar og flótta fólk í Århus Nord.
Elisabeth fortelur um sínar royndir frá Århus Nord og speglar til okkara veruleika í Føroyum í dag við so nógvum tilflytarum. Hon avbjóðar samkomum og kirkjum at koma upp úr okkara lenistóli og gleðast og læra av teimum nýggju grannunum vit hava fingið.
Elisanbeth Poulsen arbeiðir í løtuni í Liberia við einum projekti hjá Promission.dk og “Tæn Afrika”. Elisabeth Pouslen, frá Skála, er útbúgvin lærari og hevur lisið námsfrøðiliga sálarfrøði. Tað er Jóhannes Miðskarð í Lindini, sum ger 20 min. langa interviewið sum kann hoyrast her: https://samrodur.transistor.fm/episodes/foroyingar-integrasjon-og-samkoman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald