Undirritanin fór fram í ES Ráðnum í Brússel. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, sum hesa vikuna er staddur í Ísrael á vinnuferð, og ES nevndarlimurin fyri gransking, útbúgving og mentan Mariya Gabriel luttóku talgilt.
Fyri Føroyar undirritaði sendikvinna Føroya til ES, Elin Mortensen, og fyri ES undirritaðu umboð fyri franska formansskapin í ES Ráðnum, sendiharri, Fabrice Dubreuil og varaaðalstjóri fyri aðalráðið fyri gransking og nýmenning, Joanna Drake.
Landsstýrismaðurin segði:
“Føroya Landsstýri hevur sum mál at menna eitt enn sterkari og virknari samstarv við Evropasamveldið. Granskingar- og menningarsamstarvið er ein av høvuðstættunum í samstarvinum millum Føroyar og ES, og hevur verið í støðugari menning síðani 2010, tá Føroyar á fyrsta sinni fingu atlimaskap. Eg havi stak góðar vónir fyri einum enn virknari samstarvi innan gransking og menning við ES. Næsta stig verður at arbeiða fyri atlimaskapi í samstarvsætlanunum fyri ávikavist útbúgving og mentan”.
ES nevndarlimurin segði:
“Í ár eru 12 ár liðin við sera væleydnaðum samstarvi innan gransking og menning ímillum Føroyar og ES. Tað hevur verið ein ótrúlig ferð við hugtakandi úrslitum og nógvum góðum søgum á vegnum. Ein røð av evropeiskum verkætlanum hava havt virkna luttøkum av føroyskum granskarum og stovnum innan øki sum umhvørvi og havgransking. Eg ynski øllum føroyskum luttakarum bestu eydnu í luttøkuni í Horizon Europe.”
Meira kann lesast um Horizon Europe samstarvsskránna á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, sí her.
Tíðindaskrivið hjá ES um undirritanina sæst her.
Røðan hjá landsstýrismannin kann síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald