Mentan

Føroya Lærugrunnur er farin í søguna

Á aðalfundi hósdagin tann 7. apríl 2022 hevur stýrið fyri Føroya Lærugrunn avgjørt at taka grunnin av og sambært viðtøkunum at lata peningin til eitt gott alment endamál.  

2022-04-11 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Avgjørt er at lata peningin til Føroya Fólkaháskúla. Peningurin er ætlaður til at umvæla eina fresku á skúlanum, sum Hans Hansen, listamaður, hevur málað, at gera eina gongd millum undirvísingarhølini á skúlanum og matarsalin, soleiðis at tað verður atkomuligt fyri rørslutarnað at sleppa inn í matarsalin, og at bjálva og klæða útveggin móti Frælsinum. 

Stovnsfæið var tann 2. januar 2022, kr. 624.278. Ongin stuðul er latin úr grunninum síðan 1995.  

Føroya Lærugrunnur varð stovnaður av ungmannafelagnum Merkinum í 1957. Endamálið við grunninum var at veita studning til føroysk ungfólk, ið ætlaðu at søkja sær andaliga ella handliga læru í Føroyum.  

Í stýrinum fyri Lærugrunn Føroya sita umboð fyri hesi feløg og stovnar:  

Ungmannafelagið Merkið (ungmannafelagið Merkið var avtikið í 2016), Løgtingið, Havnar Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Reiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder