2022-03-03 16:05
Stóri danski grunnurin “A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” hevur játtað upp í 25 milliónir krónur til stórhøllina, Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja við Stórutjørn í Hoyvík.
Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta hálva árið arbeitt við at savna pengar til verkætlanina, eftir at Tórshavnar Býráð í fjør gav tilsøgn um at stuðla stórhøllini við 108,6 milliónum krónum, um tað ber til at savna tilsvarandi upphædd frá øðrum stuðlum., tað skrivar www.portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald