Í Føroyum vóru listafólkini Joel Cole, Jón Sonni Jensen, og Randi Samsonsen. Tey leiddi hvør sín bólk í at skapa trý verk tilsamans: Youth in Motion, No Name, og Rice Sculpture.
Hini listaverkini á framsýningini eru 3D-prent av verkum, ið eru tilevnaði í Norra og Svøríki. Á sama hátt verða tey føroysku listaverkini 3D-prentaði í Norra og Svøríki og framsýnd saman við staðbundnum verkum.
Í Norðurlandahúsinum verða listaframsýningarnar í Svøríki og Norra stroymdar beinleiðis á einum skýggja, og til ber hjá teimum vitjandi at síggja hini verkini ‘beinleiðis’.
Málið við verkætlanini er at skapa áhuga fyri list millum ung fólk, ið hava lítlar ella ongar royndir við list, og avmarkaðan møguleika fyri at koma í samband við samtíðarlist. Í Føroyum var eisini gjørd ein roynd at sameina bæði staðbundnan og tilfluttan ungdóm fyri at kanna teirra samleika afturlítandi við atliti til at vera í rørslu.
Framsýningin í Klingruni í Norðurlandahúsinum kann vitjast til og við leygardagin 12. mars.
Framsýningin er eitt samstarv ímillum Útlendingastovuna, Norðurlandahúsið í Føroyum, TrAp í Norra, og Katrineholm kommunu í Svøríki, og er stuðlað av VOLT-ætlanini hjá Nordisk Kulturkontakt. Verkætlanin er samskipað av David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald