Hagstovan: Ein triðingur av vøksturin kemur av einum burðaravlopi á 246 fólk, og tveir triðingar koma frá eini nettoflyting á 538 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Trendurin á myndini niðanfyri vísir framhaldandi vøksturin í fólkatalinum.
Seinasta árið
Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Seinasta árið hevur fólkavøkstur verið í øllum økjum uttan Sandoyar. Størsti vøkstur á 2,1% var í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum. Minkingin í Sandoyar øki seinasta árið var 2,2%.
Burðaravlopið var positivt í øllum økjum uttan Sandoyar og Suðuroyar, og samlaða nettoflytingin var positiv í øllum økjum uttan Norðstreymoyar og Sandoyar.
Gongdin seinastu 10 árini
Samanborið við 1. februar 2012 er fólkatalið vaksið í øllum økjum norðanfjørðs. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoy og Eysturoy við 15-16%, síðani í Vágunum, Norðoyggjum og Norðstreymoy við 5-11%. So gott sum ongin broyting hevur verið í Suðuroyar øki, og Sandoyar øki hevur sum tað einasta havt eina minking í fólkatalinum á umleið 5%. Prosentvísa gongdin síðan 2012 sæst í myndini niðanfyri.
Ójavna býtið av fólkavøkstrinum kring landið hevur ført við sær eitt sindur av broyting í økisbýtinum av fólkatalinum. Í mun til somu tíð fyri 10 árum síðani búgva nú lutfalsliga fleiri íbúgvar í Suðurstreymoyar og Eysturoyar økjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald