Í dag er leygardagur 14. september. Nú eru 78 ár liðin síðani vit 14. september 1946, sum eisini var leygardagur við ruskveðri, høvdu ta fólkaatkvøðu í Føroyum, sum hevur havt nógv ta størstu luttøkuna, heili 65%.
Tvinnir vóru kostirnir.
Tann fyrri var uppskotið sum danska stjórnin hevði sett fram um at vit skuldu koma inn um markið hjá kongsríkinum Danmark við somu rættindum og skyldum sum aðrir danir.
Hin kosturin var at vit skuldu loysa frá Danmark.
Úrslitið var
51% fyri loysing
49% fyri innliming
Vit hildu okkum liva í einum demokratiskum samfelag, har meirilutin hevði valdið. Vit høvdu eitt løgting sum var hesum meiriluta lýðið og var ráðgevandi hjá donsku stjórnini í føroyskum viðurskiftum. Løgtingið boðaði stjórnini frá úrslitinum av hesi fólkaatkvøðu, sum danska stjórnin sjálv hevði sett í verk. Men stjórnin svaraði við at senda løgtingið til hús og hevur síðan stýrt Føroyum uttan at hava hildið nakra nýggja fólkaatkvøðu fyri at útvega sær eitt demokratiskt mandat fyri stýri sínum. Danska stjórnin brýtur altjóðarætt við á hvørjum ári at krevja upp frá dønum eina milliard í skatti til Føroyar til tess at forða fyri at vit fáa eitt lógligt stýri. Talan er um 18.000 krónur í miðal sum hvør føroyingur fær í skattalætta, men ójavnt er býtt. Tey flestu fáa einki, men nøkur fá fara við vinninginum.
Hetta heimildarleysa stýrið hevur rikið túsundtals føroyingar av landinum og hevur nýtt øll lokabrøgd fyri at káva burtur ta ólógligu skemdargerð teir gjørdu við at koyra løgtingið til hús fyri 78 árum síðani.
Eitt tað síðsta bragdið er at teir eru farnir í hernað ímóti tí navni september hevur. Í bókini um dagar og nøvn í álmanakkanum hevur Axel Tórgarð greitt frá at upprunin til navnið er úr latíni, har septem er sjey, tí hesin var sjeyndi mánaður hjá gomlu rómverjunum til Cæsar fekk betri skil á nakað fyri okkara tíðarrokning. Alt síðan vit tóku við kristnari trúgv hava vit í Føroyum skrivað september, bæði Sverri kongur, Erlendur bispur og teir próstar sum vit síðani hava havt. Vit hava heldur ikki verið einsamøll, tí í hesum túsund ára skeiði hava íslendingar, norðmenn, sviar, danir, bretar og týskarar gjørt sum vit, og einki bendir á at nakar av teimum fara at leggja góðan gamlan kristnan sið av.
Hóast summi av okkum siga navnið við -ir og onnur við -ur darvar tað einki. Í okkara upprunafrøðiligu rættskriving eru vit von við at munur er á skriftmáli og talumáli.
Men tey sum vóru misnøgd við at tapa fólkaatkvøðuna 14. september 1946 hava gjørt donsku stjórnini ta tænastu at góðkenna at navnið á hesum mánaði í føroyskum skriftmáli kann vera við -ur, og at oktober, november og desember fáa somu vanlagnu. Tey, sum eru fødd eftir 31. august og koma til kirkjubókaførandi prestin at fáa sær dóps- ella navnabræv, hava onga trygd fyri, at rætt verður skrivað av.
Endamálið hjá donsku stjórnini var at tað skuldi liggja verri fyri hjá okkum at fegnast um tann sigur sum meirilutin av veljarunum og løgtingið sjálvt vann tann 14. september 1946, og sum vit framvegis hava fyri at takka, at okkara 18 ára gomlu ikki hava herskyldu og og sleppa undan tí vanlagnu at verða send í fjar lond at lata lív tí tað hóvar donsku stjórnini.
Hetta slysálop á rættskriving okkara hevur leingi verið ávegis, men ikki gekk alt eftir vild. Í 1976 kom onnur útgáva av bókini um lærarafólk í Føroyum, og har stóð um ein frálíkan lærara, at hann eisini var blaðstjóri á blaðnum 14. septembur. Her er talan um falsmæli, tí navn blaðsins var 14. september. Hetta varð tó rættað í 3. útgávu.
Tíbetur hevur løgtingið, stovnar tess eins og tey sum gera álmanakkar ikki latið seg taka av fótum av hesum málsligu skaðafuglum. Sama rós hava bløðini, portalarnir og tilboðsbløðini uppiborið eins og mong valafólk.
Hetta boðar frá góðum og prógvar, at sigurin á fólkaatkvøðuni fyri 78 árum síðani ikki var av tilvild, men hevur djúpar røtur í fólki okkara.
Zakarias Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald