Annað

Flogfar trygdarlendi í Vágum

Flogfarið var ávegis til Reykjavíkar

2026-04-04 14:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðani mikudagin hevur MRCC skrásett nógvar hendingar.

Fyrrapartin mikudagin fekk ein maður nógva pínu fyri bringuna á fjalli í Sandvík. Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti mannin á Landssjúkrahúsið.

Mikukvøldið rendi Pressarin á Skerhólm - les meira her

Náttina til hósdagin var ein sjúkraflutningur úr Nólsoy.

Hósdagin sigldi Norðfinnur á eitt sandriv - les um tað her

Tyrlan hjá Atlantic Airways hevði ein sjúkraflutning úr suðuroynni í gjárskvøldið.

Í gjár var Brimil upptikin við at fylgja einum trolara á Kollafjørð. Trolarin hevði maskintrupuleikar. Uppgávan tók 10 tímar og 45 minuttir.

Brimil hevur í nátt sleipað ein trolara á Klaksvík. Uppgávan tók 8 tímar.

Klokkan 14:45 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at tað var neyðugt hjá einum flúgvara at trygdarlenda á flogvøllinum í Vágum. Flúgvarin var á veg úr Wich til Reykjavíkar. Talan var um ein lítlan flúgvara av slagnum Beech B36TC Bonanza.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder