2026-04-02 08:39
Um 23:30 tíðina í gjárskvøldi fekk MRCC eina fráboðan frá løgregluni, at Pressarin hevði siglt á Skerhólm í Sørvágsfirði.
Boð blivu sent eftir einum alibáti, sum tók báðar mennirnar av Pressarinum. Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways setti ein bjargara niður, og hevði hann pumpur við sær. Pressarin lak illa, at neyðugt var at pumpa sjógv úr bátinum.
Bjargingarbáturin - IVAN - hjá Vága Bjargingarfelagið var eisini á staðnum.
Pressarin verður tikin uppá land í Sørvági í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald