Vinna

Flogbóltssambandið sett liðleiðaranevnd

FBF hevur skipað nýggja undirnevnd – eina liðleiðaranevnd (uttanlands kallað Team Managers).

2022-06-21 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Liðleiðaranevndin tekur sær so at siga av øllum praktiskum rundan um landsliðini so sum fyrireiking í sambandi við dystir, og liðleiðararnir eru so eisini ferðaleiðarar, tá ið landsliðini eru uttanlands.

Hetta er ein sera týðningarmikil uppgáva og eru vit sera takksom fyri, at henda nevndin er farin til verka longu nú, so klárt er til allar 12 CEV EM-undankappingardystirnar í næstum umframt tríggjar kappingar fyri U17, U18 og U19 fyri bæði gentur og dreingir.

Í nevndini eru Jónley Poulsen (forkvinna), Hanna Helena Weihe Simonsen, Randi Larsen og Guðrun Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder