Mentan

Fiskastykkið hevur fingið MEGD lykilin 

Í vikuni fekk kaféin Fiskastykkið í Sandavági handað lykilin hjá MEGD.

2022-03-19 21:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek. Um átakið skrivar MEGD soleiðis:  


“Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.” 

  

Fyrstu lyklarnir hjá MEGD vórðu handaðir í juli 2020, men ætlanin hevur frá byrjan verið at geva fleiri lyklar til mat- og kaffistovur so hvørt tær liva upp til tey fýra atlitini:  


  • Góð atkoma 
  • Atkoma til vesi 
  • Møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat 
  • Góð parkeringsviðurskifti

     

Á Fiskastykkinum eru tey sera glað fyri viðurkenningina frá MEGD:  


“Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður.”

Sí meira um átakið her:
https://megd.fo/news/543/fiskastykkid-fingid-lykilin... 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder