Vinna

Finnur Fríði siglir inn av svartkjaftafeltinum

Finnur Fríði siglir inn av svartkjaftafeltinum við 2.300 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún.

2022-04-16 23:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði verður á Fuglafirði seint í nátt, teir sleppa framat at landa umleið kl. 7 páskakvøld.

Tað er gott veður á leiðini har skipini royna, og sagt verður frá sama veðri eina viku fram.

Tað eru nógv skip á feltinum - føroysk, íslendsk, russisk og grønlendsk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder