Mentan

Filmsbrot: Fuglakrím í Sørvági

Í dag var boða frá einum Skúgvi í Sørvági sum hevði eina undarliga atferð,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-07 15:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag var boða frá einum Skúgvi í Sørvági sum hevði eina undarliga atferð, hann fleyg bert stuttar teinar og kláraði ikki at flúgva beint fyri síðan at bresta niður í vøllin, tað var skjótt at Krákur, Svartbakar og annar másafuglur legðist eftur Skúgvinum, hettar eru tekin um at Skúgvurin var sjúkur, Skúgvur er annars fuglur sum annar fuglur heldur seg burtur frá.

Eg fekk eitt filmsbrot av Skúgvinum á Sandinum í Sørvági og vísur hettar heilt greitt øll sereyðkennir sum fuglakrím gevur.

Smittan kann breiða seg skjótt tá ið annar fuglur amast upp at sjúkum Skúgvi, tað hevur verði staðfest fuglakrím í Svartbaki í Sørvági herfyri og helst kann smittan breiðaseg til Krákurnar sum eru sera næskar Skúgvinum.

Ein útrórðamaður boðaði eisini frá, at hann hevði sæð eina Súlu við somu atferð, um fuglakrímið breiður seg til Súlurnar úti í Mykinesi, er skjótt at stórur partur av búðfuglunum har ikki hóra undan.

Støðan er fráboða Landsdjóralæknnum.

Landsdjóralæknin ávarðaði herfyri fólk um ikki at nerta við deyðan fugl komi verður fram á, um fólk ferð oman á sandin í Sørvági við hundi eigur mann at ansa eftur at hundurin ikki tekur deyðan fugl í har liggur, tó at mann ikki veit um smittan kann breiða seg til hundar.

Orð og myndir: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder