ÁVARING:
Fyri góðari viku síðan byrjaði arbeiðið at skifta rulluporturið á Hálsi í Sandavági, ferðslan hevur verið leidd uttanum, har arbeitt hevur verið og ferðsluljós, skeltir og vegforðingar hava staðið, fyri at ávara um at arbeitt verður.
Men í morgun hendi eitt ferðsluóhapp, tá ið ein bilur, sum var áveg av oynni, rendi i eina betongforðing, sum stóð fyri at tryggja arbeiðsfólkið.
Um fólkaskaði stóðst av hendingini vita vit ikki, men bilurin fekk stóran skaða.
Hesa vikuna hevur verið nógvur mjørki um Hálsin, mangir bilførarar eru blivnir sera kløkkir, tá teir í mjørkanum eru komnir á sjálvan Hálsin, har arbeiðið fer fram, tí heita vit á bilførarar um at koyra varliga, tá ið teir koma á Hálsin.
Dagført klokkan 09:27: Eingin persónsskaði stóðst av hendingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald