Tá næsti vekjarin er sløktur, fer tann triði at ringja. Tá hann eisini er sløktur, fer tann fjórði at ringja. Sjálvt um troytti maðurin hevur brynjað seg út við fleiri vekjarum, og sjálvt um hann at enda fer upp, vaknar hann ikki reiðiliga.
Hvat er so at gera? Gevur mann sær sjálvum elektriskan stoyt, stígur mann á teknistiftir, ella koyrir mann hondina niður í brennandi heita breyðristaran? Troytti maðurin roynir alt, og tá hann at enda vaknar, er tað vorðið kvøld og tíð at fara til songar aftur.
Børn og vaksin kunnu gleða seg til henda stuttliga familjuleikin, sum verður framførdur í Norðurlandahúsinum, leygardagin, 18. februar kl 14, og sunnudagin, 19. februar kl 14. Leikurin er framleiddur av norska dansi- og sjónleikarafelagnum, Jo Strømgren Kompani, sum er kent fyri sínar stuttligu leikir, sum taka áskoðararnar á bóli.
Leikurin er hóskandi til børn úr 6 ár og eldri.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald