Hoyr Eyðstein greiða frá hvussu tað er at stilla upp sum ungur, hvussu valdagurin fyrigongur seg, og hvussu eitt býráð verður skipað.
Í samrøðuni kemur Eyðstein inn á truplu tíðina aftaná valdagin í novembur 2024, og byrjanina av skeiðinum sum borgarstjóri. Millum annað, at tað varð ein avbjóðandi tíð fyri hann, men ikki minst fyri tey avvarandi, og um at vera ungur við so stórari ábyrgd og trýsti útifrá, og á sosialum miðlum. Eyðstein vísir á, at hóast ung hava gjørt feilir sum yngri, so skulu tey læra av feilunum og gera sítt besta at mennast, heldur enn at gevast at liva sum 26 ára gomul.
Eyðstein greiðir millum annað frá møguleikunum og framtíðarætlanunum hjá Sunda kommunu. Eisini svarar borgarstjórin uppá, um hann fer at stilla upp til komandi løgtingsvalið, sum verður seinni í ár.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Eyðstein.
Um tú ert á telefon, trýst so fyrst á "Listen in browser"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald