Takk einaferð enn, øll tykur, sum hava verið partur av hesum hugtakandi hátíðarhaldinum í SALT.
Farsóttin, sum hevur rakt so meint, og átøkini at basa henni, hevur megnað at sátt stúran, einsemi, iva og ótta. Manna millum, inn í heim, í bygdaløg og í og millum tjóðir.
Vón mín er, at kvøldløtan her í SALT, har okur hava verið miðsavnaði um tað góða, tað mennandi, tað vakra og friðfulla, um mentan og ta andaliga, at hon hevur megnað at lyft okun upp um tað dapra, hevur flutt okun frá tí farandi til tað varandi, frá tí tyngjandi til tað stimbrandi.
Til ein av mongu sálmum sínum, hevur Martin Joensen leita íblástur úr sálmi 91 hjá Dávidi kongi. Sálmin nevnir hann: Í tínum trygdarskugga siti eg. Tak hendan vakra og persónliga sálmin hjá Martini við tær hiðani, kanska serliga mittasta av teim trimum ørðindum, sum ljóðar soleiðis:
Um tíggjutúsund falla mær við lið
meg einki sakar
og deyðans ørvar flúgva beint framvið
meg eingin rakar
eg ræðslu ræðist ei á nátt
ei sótt, ið sníkir seg um gátt
Í tínum trygdarskugga siti eg
Tú ert mítt høli og mín borg
til tín eg beri mína sorg- mína sorg.
Og Hann, sum Martin sipar til her, er jú vinur hansara- Timburmaðurin úr Nazaret.
Góði Martin, Olaf og tit báðar Guðrun og Guðrun. Tykur hava øll ávirkað okra hugsan - bæði um okum sjálv og okra møguleikar. Við støði í tí siðbundna hava tykur víst okum á nýggar leiðir. Rúnarbundið okum, rørt okum og styrkt okra føroyska felagsskap. Stóra takk fyri tað.
Eg vil eisini takka tykum, sum framførdu her í kvøld og settu so góðan dám á løtuna - og øllum tykum, sum hava gjørt hetta tiltakið møguligt. Nevndini, sum kom við uppskotum um, hvør skuldi heiðrast í ár. Tykum í SALT, Tvøroyrar kommunu - og Kringvarpinum, sum sendi beinleiðis. Og ikki at gloyma dugnaligu starvsfólkunum í Mentamálaráðnum.
Og so farið eg aftur í ár at enda hesa løtuna við eini støðulýsing av nýggja Tjóðleikhúsinum.
Arbeiðið gongur framá, um enn nakað seinni enn vit høvdu vónað.
Aftaná ta fyrstu og væleydnaðu útbjóðingina, sum staðfesti hvar Tjóðleikhúsið skuldi staðsetast, ynskti býráðið at gera eina útbjóðing, ið fevnir um alt økið, har Tjóðleikhúsið skal byggjast. Heilt inni frá Bursatanga og út á økið, haðani strandfaraskip og farmaskip skjótt flyta.
So vítt eg eri kunnaður, er hendan kappingin nú liðug, og okur eru tí farin í gongd við at skipa næstu arkitektakappingina, sum skal gera av, júst hvussu Tjóðleikhúsið skal síggja út.
Umframt hetta hava okur sett ferð á arbeiðið við endaligu fíggingini.
So aftur í dag kann eg siga, at tað gongur framá við arbeiðinum, og eg síggi fram ímóti degnum, tá okur kunnu handa mentanarvirðislønirnar í okra nýggja Tjóðleikhúsi.
Tá okur vónandi kunnu staðfesta, at tað, sum Poul F. yrkti um í »Skaldalagnuni«, er ein farin tíð.
Tá føroysk lista- og mentafólk fáa ta virðing og teir karmar, sum tey hava uppiborið.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald