Vinna

Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir spyr um íbúðarbyggingina hjá Bústøðum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum um íbúðarbyggingina hjá Bústøðum.

2022-06-22 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini


 

 

Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

 

Svarari:  Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

 

Evni:  Bústaðir

 

 

Spurningar:  

 

  1. Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina  hjá Bústøðum?
  2. Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?
  3. Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?
  4. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?
  5. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?
  6. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum?
  7. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?
  8. Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri Bústaðir?


Viðmerkingar: 

Tað var eitt stórt fet rætta vegin, tá bústaðarpakkin endaliga bleiv samtyktur tann 25. mars 2021.  Við bústaðarpakkanum fingu Bústaðir 450 mió. kr. at arbeiða við komandi árini.

200 mió. krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.

Hinar 250 mió. krónurnar skuldu fíggja vanligar íbúðir -  saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.

Bústaðir søgdu longu fyri fleiri árum síðani - longu undir undanfarnu samgongu - at stovnurin hevði fleiri verkætlanir á skriviborðinum, men tey fingu ikki farið í gongd við tær, tí fígging var ikki til tað. 


Tí skuldi man trúð, at Bústaðir vóru klár at fara í gongd so skjótt, sum nýggja lógin um Húsalánsgrunn varð samtykt tann 25. mars 2021, og stovnurin fekk møguleika at læna 450 mió. kr. Tí verða hesir fyrispurningar settir. 



Á Løgtingi, 21. juni 2022

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder