Vinna

Eivind skal landa í Kollafirði

Línuskipið Eivind hevur verið á Flemmish Kap, teir hava eisini fiskað við Rokkin og í føroyskum sjógvi hendan túrin..

2022-07-04 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eivind skal landa í Kollafirði í morgin, teir hava 215 tons.

Teir hava 170 tons av toski og kalva, sum teir hava fiskað á Flemmish Kap, og 45 tons sum eru fiskaði við Rokkin og í føroyskum sjógvi, við Rokkin fingu teir bara longu og skøtu.

Eivind fór avstað 23. mai.

Tað vóru 16 mans við hendan túrin, skipari var Jan Vang.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder