Politikkur

EIN HÁLV MILLIÓN TIL FYRSTA BÚSTAÐARKEYPIÐ

.

2024-09-22 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað skal vera lættari at seta føtur undir egið borð á fyrsta sinni. Fólkaflokkurin fer at leggja fram uppskot til samtyktar um at veita heimild í pensjónslóggávuni til, at ungar familjur og støk fáa møguleika at fíggja sítt fyrsta bústaðarkeyp við at brúka av egnari pensjónsuppsparing.

Tað er torført hjá ungum at seta føtur undir egið borð. Serliga eru ungar familjur fíggjarliga sperdar og eru merktar av teim stóru príshækkingunum, ið hava merkt alt samfelagið seinastu árini.

Samstundis spara somu familjur upp til sína egnu pensjón, og sleppa tey ikki at nerta teir pengarnar, fyrrenn tey eru liðug á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er greitt, at tá hava tey ikki líka nógv brúk fyri pengunum, sum tey hava í dag.
Hetta vilja vit gera nakað við.

Við at veita heimild til, at fólk kunnu keypa sín fyrsta bústað við at brúka egna pensjónsuppsparing, so kann eitt ungt par við miðalinntøku eftir fá ár spart hálva millión saman, ið kann brúkast til at keypa ein bústað. Hetta ger mun!

Føroyingurin ynskir at seta føtur undir egið borð. Sjálvandi eiga ungfólk okkara eisini at fáa hendan møguleika við hjálp frá egnari pensjónsuppsparing. Føroyar gerast ríkari av, at ungu ættarliðini fáa bøttar møguleikar at seta búgv her.

At tey spara upp í egnum bústaði í staðin fyri á eini pensjónskontu er eisini búskaparliga skynsamt og samstundis ein pensjónsuppsparing í sær sjálvum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder