Stórar ætlanir eru um bygging av fleiri smoltstøðum fram við sjóvarmálanum við Torleikshøfn. Ymiskar alifyritøkur hava verltælanir ígongd í økinum og samskifti hevur verið ígongd við First Water í eina tíð um eina pumpuskipan til jarðarhol til nýggju og stóru smoltstøðina hjá teimum. Arbeiðið inniber rørleiðing og pumpuskipan úr boriholunum og upp til jarðarflatuna.
Avtalan er komin í hús á stóru fiski- og alivinnusølustevnuni, sum verður hildin í Kópavági í Íslandi nú um dagarnar. Á myndini síggjast Gudmundur Thordarson, byggileiðari hjá First Water, og Jóannes Mørkøre, søluráðgevi hjá KJ.
KJ hevur síðstu árini gjørt um seg í Íslandi, og í løtuni hevur KJ fýra størri verkætlanir ígongd. Talan er um nýbygging av smoltstøðum kring um í Íslandi, og verkætlanirnar eru í fleiri byggistigum. Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ sigur, at “gongdin í Íslandi er gleðilig, og vit eru til reiðar at veita okkara tænastur og vørur til íslendsku alivinnuna – bæði á landi og á sjógvi.“
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald