2022-07-07 07:53

Prísirnir á brennievni eru spakuliga á veg niður aftur, eftir skjóta vøksturin, sum hevur verið.
Bæði EFFO og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og kostar nú ein litur av bensini 14,6 kr, sum er um tað sama, sum tað gjørdi tann 2. juni. Vøksturin á bensini er 40% higartil í ár.
Ein litur av dieseli kostar nú 13,49 kr, sum er tað sama sum tann 12. juni. Vøksturin á dieseli er 59% higartil í ár.
Oljufeløgini selja í dag 1000 litrar av gassolju fyri 12.750 kr. Vøksturin á gassolju er 64% higartil í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald