Mentan

Byrta spælir á G! Festivalini

Byrta kollveltu føroyska poppøheimin fyri 10 árum síðan, tá sjálvnevnda fyrsta útgávan gjørdi tey til best umtókta bólkin her á klettunum. Við løgum sum Norðlýsið, Loyndarmál og Eydnan gjørdist útgávan soundtrackið tað árið.

2023-03-07 19:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í ár hátíðarhalda tey 10 ára dagin við eini framførslu á G!, ið uttan iva verður ein ógloymandi elektropopp-veitsla, hetta verður somuleiðis einasta konsertin hjá Byrtu í summar.

Tey bæði, ið mynda Byrtu, songkvinnan og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir og tónleikaframleiðarin og tónleikarin Janus Rasmussen, eru sera virkin í øðrum bólkum og sum einstaklingar, men tað eru fimm ár síðan seinasta staklagið hjá Byrtu.

Frumútgávan hjá bólkinum vann tríggjar heiðurslønir á FMA tað árið, besta útgáva, besti bólkur og besti nýggi bólkur, og stakløgini, ið eru komin síðan "Í Tínum Eygum", "Hennara Dansigólv" og "Minnist Tú" hava somuleiðis fingið góða móttøku.

Tey  hava nú aftur verið í upptøkuhølinum og arbeitt við nýggjum tilfari og koma tí sterkt aftur í summar við nýggjum feskum elektropopp-tónum. Enn sum áður er tað alskurin fyri góðum popptónleiki, ið drívur verkið.

Hvønn dag hesa vikuna kunnger G! eitt føroyskt tónleikanavn, ið fer at spæla á festivalinum í summar. Fyrsta navnið var Marius Ziska og í dag er tað Byrta.

Tey koma afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku Eivør og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.

Aftur í morgin avdúkar G! eitt sera spennandi føroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á midnátt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder