Mentan

Byggja brýr millum deyv og hoyrandi

Hóast teknmál varð viðurkent sum sjálvstøðugt mál í Føroyum í 2017, er framvegis langt eftir á mál, fyri at tryggja deyvum nøktandi atgongd til samskifti og tænastur í gerandisdegnum. Hetta hava Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen sett sær fyri at gera nakað við, og gera tað lættari og smidligari hjá deyvum og fyriskiparum at fáa fatur á tulking. Við teknmálsfyritøkuni Tekna hava tær undirvísing og skeið í teknmáli, men hava nú víðkað virksemið til eisini at fevna um teknmálstulking.

2022-05-24 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum deyvur hevur tú javnan brúk fyri tulking í gerandisdegnum, tað verið seg til foreldrafundir, starvsfólkafundir, lækna, undirvísing, próvtøkur ella samskifti við myndugleikar og stovnar. Í dag er almenna tulkatænastan hjá Almannaverkinum stórt sæð einasti møguleiki fyri at fáa teknmálstulking, og har uppliva deyvu borgararnir í Føroyum ofta, at tað er trupult at fáa neyðugu tænastuna, tí tulkar ikki eru tøkir.

- Við einum privatum ískoyti til almennu skipanina, fer tað vónandi at vera smidligari og lættari at fáa tulking, tá ið tørvur er á tí, sigur Edny Poulsen.

Stórur tørvur á tulking

Tær báðar vísa á, at í seinastuni hevur tað verið politiskt frammi, at øll eiga at hava atgongd til almenna kunning hjá fyritøkum og stovnum, bæði hjá landi og kommunu. Men hóast hetta, er framvegis ovurhonds stórur tørvur á teknmálstulking millum stovnar, kommunur, fyritøkur og deyvar borgarar. Tær báðar vísa á, at hetta serliga er galdandi, tá tað kemur til kunningartilfar og heimasíður, har deyv ofta eru fullkomiliga yvirsædd. Har eigur alt viðkomandi tilfar og kunning sjálvandi at vera videotulkað, soleiðis at deyv fáa somu atgongd sum øll onnur.

Við nýggju tulkatænastuni ynskja Eyðgunn og Edny at byggja brýr millum deyv og hoyrandi, tí tær trúgva upp á, at øll eiga sama sjálvsagda rætt til samskifti, kunning og upplivingar í gerandisdegnum, eitt nú tað, sum verður sagt á fundum, til próvtøkur, í skúlastovuni, hjá læknanum, í rættinum, á almennum tiltøkum, í sjónvarpinum og nógva aðra staðni.

- Vónandi kunnu vit eisini vera við til at gera teknmálstulking til ein meira sjálvsagdan part, soleiðis at eisini deyvir borgarar og teirra avvarðandi eru tryggjað luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, sigur Eyðgunn Hansen.

Ein føroysk teknmálsorðabók

Eyðgunn og Edny hava síðani 2013 arbeitt við at gera eina føroyska teknmálsorðabók https://fo.signwiki.org. Talan er um eina orðabók, sum støðugt verður ment. Meginparturin av hesum arbeiði hevur verið sjálvboðið.

Lesast kann meira á heimasíðuni vittekna.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder