Mentan

Busstúr til Havnar at vitja borgarstjóran

Eftir vitjanina inni hjá borgarstjóranum, varð farið ein túr oman í Tilhaldið, har tey eldru í kommununi hittast gerandisdagar til ymiskt virksemi.

Á felagsmyndini ovast síggjast frá vinstru Benny, Jákup, Oben, Bjarni, Maria, Elsa, Jóhan Fredrik, Hans, Jóhannus, Gardar, Jákup, Høgni og Heðin.

Á felagsmyndini ovast síggjast frá vinstru Benny, Jákup, Oben, Bjarni, Maria, Elsa, Jóhan Fredrik, Hans, Jóhannus, Gardar, Jákup, Høgni og Heðin.

2023-03-08 15:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn.fo

Í góða kavaveðrinum í gjáramorgunin fóru Undirhúsið og Yvirhúsið í Miðvági ein túr til Havnar at vitja Heðin Mortensen, borgarstjóra. Borgarstjórin tók ímóti gestunum í  móttøkuhúsunum hjá Tórshavnar kommunu, har hann greiddi frá søguni um húsið og hvat virksemið er í húsinum í dag.

Eftir vitjanina inni hjá borgarstjóranum, varð farið ein túr oman í Tilhaldið, har tey eldru í kommununi hittast gerandisdagar til ymiskt virksemi. Eirikur Suni Danielsen, dagligur leiðari í tilhaldinum tók í móti gestunum og vísti teimum runt í húsinum.

Nógv eldri vóru møtt í Tilhaldinum hendan dagin, har Hanus Joensen skipaði fyri felagssangi, og í kaffisteðginum varð boðið upp í fínustovu, har Eirikur Suni greiddi frá um virksemið í Tilhaldinum, og síðan var farið aftur at syngja felagssangir.

Undir- og Yvirhúsið í Miðvági høvdu bjóðað Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, við á túrin.

Á felagsmyndini ovast síggjast frá vinstru Benny, Jákup, Oben, Bjarni, Maria, Elsa, Jóhan Fredrik, Hans, Jóhannus, Gardar, Jákup, Høgni og Heðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder