Mentan

Búnaðarstevnan verður 19. februar

Búnaðarstevnan verður leygardagin

2022-02-16 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Leygardagin tann 19. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sjeynda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum.

Búnaðarstevnan er aktiv fyri bæði tey, sum hava framløgur og fyri luttakarar. Tú kanst seta spurningar og so hevur tú eisini ein góðan møguleika at samskifta beinleiðis við øll á gólvinum.

​Búnaðarstevnan er rímuliga væl vitjað og neyðugt er at skráseta seg sum luttakara, tí luttøkuplássið er avmarkað.
 
Skrá:

Fundarstjóri: Jacob Vestergaard

​09:30:   Skráseting
09:50:   Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna
10:00:   Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
10:25:   Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan - Vit kundu fingið nógv meira burturúr seyðinum
11:15    Dorthea Joensen, Búnaðarstovan - Ull er Føroya Gull
11:40    Lis E. Mortensen, geografur - Jarðfeingi - Kunning um fyribils úrslit av jørðkanningum í 2021

12:00     Miðmálið

13:00     Gunnar Bjarnason landbúnaðarfrøðingur – Dagføring av seyðahaldinum í Føroyum
13:20     Magnus Gaard lívfrøðingur - Náttúruvernd og seyðahald í samljóði 
13:40     Landsdjóralæknin – djóravælferð og ridluskriði
14:00     Hvussu sær ein burðardygg matskipan í Føroyum út?
               Elisabeth Skarðhamar Olsen um hennara phd verkætlan, ið kannar staðbundna matbúskapin í Føroyum við denti á umstøðurnar                 og framtíðarvisiónirnar hjá bøndum og øðrum smá-skala matveitarum kring landið.
               (Verkætlanin  er gjørd í samstarvi við Sunnivu G. Mortensen úr Slow Food Føroyar og Selmu Dahl Erol úr FNU)
14:20     Fróði Mortensen –  Førka køstar, taðing við avgassaðum tøðum
14:40     Leif Johannesen - JT Electric / automatisk fóðurskipan til seyð
15:00     Framløgur liðnar / kaffi vm.
 

16:00: Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er:                 Hvussu kunnu vit menna seyðahald og fáa meiri burturúr seyðinum í Føroyum.

Fundarstjóri og orðstýrari:         
 

  • Jón Brian Hvidtfeldt

    ​Pallborðsluttakarar: 


  • Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
  • Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni  
  • Jóannes Patursson, bóndi
  • Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
  • Eyðun Eliasen, bóndi

 
 
18:00 Borðhald


www.bunadarstevna.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder